Vegleiðingar
Tað kann vera nógv at seta seg inn í, tá man bæði keypir og umsitur eitt ella fleiri økisnøvn. Her hava vit samlað nakrar vegleiðingar, sum gera tað lættari hjá tær.
Økisnavn
Hvussu keypi eg eitt økisnavn?
- Leita eftir økisnavni
Á forsíðuni á sært tú ein leititeig, ið tú kanst nýta til at leita eftir økisnøvnum.
Skriva títt ynskta økisnavn í leititeigin og trýst á enter fyri at kanna, um tað er tøkt. - Um økisnavnið er upptikið
Um økisnavnið ikki er tøkt, fært tú eina fráboðan um, at økisnavnið longu er upptikið, og tú mást royna eitt annað navn. - Rita inn fyri at keypa
Um tú ikki hevur ritað inn enn, vil skipanin biðja teg um at rita inn við tínum brúkaraupplýsingum, áðrenn tú kanst halda fram við keypinum. - Vel tíðarskeið
Um økisnavnið er tøkt, sært tú eina síðu, ið sigur, at økisnavnið er tøkt, og tú kanst keypa tað.
Vel tíðarskeiðið (1 ár ella fleiri) og trýst á “Keyp økisnavn.” - Fyll út gjaldsupplýsingar
Fyll út neyðugu upplýsingar fyri gjalding, og trýst á “Gjald” fyri at gjalda fyri títt økisnavn.
Tú kanst eisini nýta ein áður goymdan gjaldshátt at gjalda við. - Staðfest keyp
Eftir at tú hevur goldið, fær tú eina váttan, ið sigur, at økisnavnið er nú títt.
Tú fært eisini eina kvittan sendandi til tína teldupostadressu.
Tú hevur nú skrásett eitt økisnavn á økisnavn.fo.
Hvussu dagføri eg mínar kontakt persónar?
- Far inn á økisnavnið
- Opna kontaktir
Undir yvirlitinum fyri títt økisnavn, finnur tú valmøguleikan “Kontaktir”.
Trýst á “Vis” fyri at opna og dagføra kontaktupplýsingarnar. - Fyll út kontaktupplýsingar
Fyll út teir neyðugu kontaktupplýsingarnar, so sum navn, bústað, teldupost, og telefonnummer.
Tú kanst velja at nýta somu upplýsingar til allar kontaktir við at trýsta á “Nýt somu upplýsingar til allar kontaktir”, ella tú kanst fylla út serstakar upplýsingar fyri skrásetara, umsitarar, tekniligar umsitarar, og fakturering. - Goym broytingarnar
Tá tú hevur fylt út øll neyðug felt, trýst á “Goym” fyri at dagføra kontaktupplýsingarnar.
Tú hevur nú dagført kontaktupplýsingarnar fyri títt økisnavn.
Hvat er DNSSEC?
DNSSEC (Domain Name System Security Extensions) er ein trygdarfunka, sum økir um trygdina á DNSinum (Domain Name System). Tað tryggjar, at tíni DNS-skrásetingar eru rættar og ikki broyttar av øðrum aktørum, og verjir ímóti DNS spoofing álopum.
Øll økisnøvn, sum verða skrásett hjá Økisnavn, fáa sjálvvirkandi DNSSEC.
- Far inn á økisnavnið
- Vel “Virkja/Óvirkja DNSSEC”
Tú fært eitt vindeyga upp. Les upplýsingarnar í hesum vindeyga, sum greiða frá, hvat DNSSEC er, og hvørjar avleiðingar tað hevur at aktivera ella deaktivera tað. - Góðkenn broytingarnar
Vel Óvirkja DNSSEC / Virkja DNSSEC fyri at góðkenna broytingarnar. Broytingin kann taka eina løtu at avgreiða.
Legg til merkis, at tú kanst altíð venda aftur til hesa síðuna og broyta støðuna hjá DNSSEC aftur, um tørvur er á tí.
Hvussu flyti eg eitt økisnavn til annan veitara?
Ein transferkota verður nýtt, tá tú ynskir at flyta eitt økisnavn til ein annan veitara. Tú fær transferkotuna frá Økisnavn.fo. Kotan verður tøppað inn hjá nýggja veitaranum og tað byrjar flytingartilgongdina.
- Far inn á økisnavnið
- Opna “Flyt økisnavn”
- Trýst á “Ger transfer-kotu” undir teiginum “Flyt økisnavn”
Ein kota verður víst, sum tú skalt geva hinum partinum, ið skal yvirtaka økisnavnið.
Hin parturin skalt tøppa transfer-kotuna inn á síni síðu.
Um tú ynskir at angra ella broyta flytingina, kanst tú gera eina nýggja transfer-kotu. Hetta ger fyrru kotuna óvirkna.
Hvussu flyti eg eitt økisnavn til annan brúkara á Økisnavn.fo?
Til ber at deila økisnøvn við brúkarar og toymir á økisnavn.fo. Sí vegleiðingar um hetta her.
Ein transferkota verður nýtt, tá tú ynskir at flyta eitt økisnavn til ein annan veitara. Tú fær transferkotuna frá Økisnavn.fo. Kotan verður tøppað inn hjá nýggja veitaranum og tað byrjar flytingartilgongdina.
- Far inn á økisnavnið
- Finn “Flyt økisnavn”
- Trýst á “Ger transfer-kotu” undir teiginum “Flyt økisnavn”
Ein kota verður víst, sum tú skalt geva hinum partinum, ið skal yvirtaka økisnavnið.
Hin parturin skalt tøppa transfer-kotuna inn á síni síðu.
Um tú ynskir at angra ella broyta flytingina, kanst tú gera eina nýggja transfer-kotu. Hetta ger fyrru kotuna óvirkna.
Hvat er eitt flytingarlás?
Eitt flytingarlás er eyka trygd, ið forðar fyri, at eitt økisnavn kann flytast til ein annan registrar uttan loyvi frá núverandi eigara. Tá flytingarlási er á, er tað ómøguligt at flyta økisnavnið, ella heinta transfer-kotu. Hetta kann umitast á teiginum “Flyt økisnavn” á yvirlitinum yvir títt økisnavn.
Hvussu striki eg eitt økisnavn?
- Far inn á økisnavnið
- Lat upp “Strika økisnavn”
Á yvirlitið yvir títt økisnavn, finn tú valmøguleikan “Strika økisnavn”.
Trýst á “Strika økisnavn” fyri síggja møguleikan. - Staðfest at tú ynskir at strika økisnavnið:
Ein ávaring fer at verða víst, sum biður teg vátta, at tú veruliga ynskir at strika økisnavnið. - Trýst á “Strika økisnavn” fyri at vátta.
Um tú angrar, trýst á “Angra” fyri at avlýsa strikingsprosessina.
Eftir hetta verður økisnavnið skrásett til at verða strika. Tað gongur upp til 60 dagar áðrenn økisnavni verður strika.
Tú missur øll rættindi til økisnavnið og økisnavnið verður frítt at bíleggja aftur av øðrum brúkarum.
Hvussu víðaristilli eg eitt økisnavn?
- Far inn á økisnavnið
- Vel “Víðaristilling“
- Virkja víðaristilling
- Trýst á knøttin, sum virkjar víðaristillingina.
- Set upp víðaristilling
- Vel slag av víðaristilling.
- Skriva URL-adressuna, sum tú vilt víðaristilla til, í tekstfeltinum.
- Goym broytingar
- Trýst á “Goym” knøttin fyri at goyma broytingarnar.
Eftir at tú hevur fylgt hesum stigum, verður títt økisnavn víðaristillað til tann URL, sum tú hevur valt.
Hvat er Skrásetingarlás?
Skrásetingarlás er eitt eyka lás, tú setur á økisnavnið. Tá skrásetingarlásið er læst, kunnu ongar skrásetingar ella rættingar gerast á tínum økisnavni. Tá tú læsir skrásetingarlásið læsir tað beinanvegin. Skalt tú læsa skrásetingarlásið upp, verður ein umbøn send til Økisnavn. Økisnavn vendir aftur tá broytingin er gjørd.
Læs økisnavn
- Far inn á økisnavnið
- Vel Skrásetingarlás
- Læs økisnavnið
Trýst á Læs økisnavn fyri at broyta ásetingina um skrásetingarlásið á økisnavnið. - Goym broytingarnar
Trýst á Goym fyri at goyma broytingarnar, ella Angra fyri at strika broytingarnar.
Legg til merkis, at tá tú hevur læst økisnavnið, kunnu ongar skrásetingar ella rættingar gerast á tínum økisnavni, uttan at skrásetingarlásið verður tikið av aftur við at senda eina umbøn til Økisnavn. Hetta kann gerast við at trýsta á Lat upp
Lat upp økisnavn
- Far inn á økisnavnið
- Vel Skrásetingarlás
- Lat upp økisnavnið
Trýst á Lat upp økisnavn fyri at broyta ásetingina um skrásetingarlásið á økisnavnið. - Goym broytingarnar
Trýst á Goym fyri at goyma broytingarnar, ella Angra fyri at strika broytingarnar.
Tá hetta er gjørt fær Økisnavn fráboðan. Økisnavn vendir aftur tá broytingin er gjørd.
DNS Skrásetingar og navnaambætarar
Hvussu umsiti eg DNS skrásetingar?
Stovna DNS skráseting
- Far inn á økisnavnið
- Vel “DNS skrásetingar”
- Stovna DNS skráseting
Vel á “Stovna DNS-skráseting” knøttin.
Vel DNS slag (t.d. A, CNAME, TXT o.s.fr.).
Skriva navnið, IP-addressuna ella virði, og livitíðina (TTL). - Trýst á “Goym” fyri at goyma skrásetingina
Dagføring av verandi skrásetingum:
Vel blýantsímyndina við síðuna av skrásetingini, sum tú ynskir at broyta.
Strika DNS skráseting
Vel ruskuvøruímyndina við síðuna av skrásetingini, sum tú ynskir at strika.
Hvat eru tey ymsu sløgini av skrásetingum?
Her er ein stutt frágreiðing um tey ymsu sløgini av DNS skrásetingum:
- A (Address):
A knýtir eitt økisnavn (hostname) til eina IPv4-adressu. Tað er tann mest vanliga DNS skrásetingin. - AAAA (IPv6 Address):
AAAA knýtir eitt økisnavn til eina IPv6-adressu, sum er nýggja standardin fyri IP-adressur. - CAA (Certification Authority Authorization):
CAA gevur eigaranum av einum økisnavni møguleika at avgera, hvørjar certifikatmyndugleikar (Certificate Authorities) kunnu útgeva SSL/TLS-certifikatir fyri tað økisnavnið. - CNAME (Canonical Name):
CNAME leiðir eitt økisnavn til eitt annað økisnavn. Tað verður ofta brúkt til alias, har fleiri nøvn skulu peika á sama adressu. - MX (Mail Exchange):
MX vísir til servarar, sum handfara teldupost fyri eitt ávíst økisnavn. Tað definera hvørjar mail servarar skulu brúkast til at senda og móttaka teldupost.
PTR (Pointer):
PTR verður nýtt til at umvenda DNS-leiting (reverse DNS lookup), har ein IP-adressa verður knýtt til eitt økisnavn.
SRV (Service):
SRV vísir til servarar, sum veita ávísar tænastur, so sum VoIP ella IMAP. Tað spesifisera hostname og port nummur fyri tænastur. - TXT (Text):
TXT letur eigaran av einum økisnavni leggja tekstvísing (text string) í DNS, sum ofta verður nýtt til at staðfesta eigaran av einum økisnavni, tryggleika, og ymiskar aðrar upplýsingar.
Hvussu broyti eg navnaambætarar?
Navnaambætarar (DNS servers) eru servarar, sum umseta tíni internet adresu (domain navn) til eina IP-adresu, sum kann lesast av teldum og netverkum. Hetta er neyðugt fyri at finna og brúka heimasíður á internetinum.
- Far inn á økisnavnið
- Vel Navnaambætarar
Trýst á “Navnaambætarar” fyri at síggja teir núverandi navnaambætararnar, sum eru knýttir at tíni heimasíðu. - Vel Umsit navnaambætarar
Tú hevur tveir valmøguleikar:
Nýta navnaambætarar hjá Økisnavn: Hetta er tann sjálvvirkandi valmøguleikin, har navnaambætararnir hjá Økisnavn verða nýttir.
Nýta egnu navnaambætarar: Um tú velur at nýta aðrar navnaambætarar, skalt tú skriva teir inn her. - Goym broytingarnar
Trýst á Goym fyri at goyma broytingarnar, ella Angra fyri at strika broytingarnar.
Legg til merkis, velur tú at ikki brúka navnaambætararnar hjá Økisnavn, so ber ikki til at umsita DNS skrásetingar inni á Økisnavn.
Hvat er TTL?
TTL (Time to Live) er eitt mál fyri, hvussu leingi ein DNS-skráseting skal verða goymd í eini DNS-goymslu (cache) á einum servera, áðrenn hon verður dagførd. Hetta er tíðin tað tekur til at broytingar í DNS-skrásetingunum verða sjónligar á netinum.
- Lágt TTL: Broytingar í DNS-skrásetingum verða skjótari sjónligar.
- Høgt TTL: Broytingar í DNS-skrásetingum taka longri tíð at verða sjónligar.
Gjaldsháttir og kvittanir
Hvørjar gjaldsháttir kann man nýta?
Til ber at gjalda fyri økisnøvn við gjaldskorti. Økisnavn tekur ímótir VISA og MASTERCARD.
Hvussu leggi eg ein gjaldshátt inn?
- Vel “Gjaldshættir” í síðubreddanum
- Legg nýtt gjaldskort inn
Vel “Stovna gjaldskort”.
Ein fráboðan sigur frá, at tú verður beind/ur til eina síðu fyri at tøppa inn upplýsingar um gjaldskortið.
Trýst á “Stovna gjaldskort” fyri at halda fram. - Fyll út upplýsingar um gjaldskortið
Tú verður beind/ur til eina síðu hjá gjaldsveitaranum hjá Økisnavn, har tú skalt tøppa inn kortnummar, útgongudato og kontroltøl. - Endaligt
Eftir at tú hevur tøppað inn allar upplýsingar rætt, verður nýggja gjaldskortið víst undir “Gjaldshættir”.
Til ber at geva gjaldskortum eitt kallinavn, so tey eru lættari at umsita.
Hvussu leggi eg ein gjaldshátt aftrat einum økisnavni?
- Far inn á økisnavnið
- Legg gjaldskort inn
Vel “Umsit” undir teiginum “Gjaldsháttur”.
Tú sært nú tínar gjaldshættir. Vel tann ið tú ynskir at knýta til økisnavni. - Trýst á “Goym” fyri at goyma.
Til ber at fráskilja gjaldsháttin við at fara inn á “Umsit” og velja “Goym uttan kort”
Hetta gjaldskortið er nú knýtt at økisnavninum og tað ber nú til at tendra fyri sjálvvirkandi endurnýggjan.
Hvat er sjálvvirkandi endurnýggjan?
Sjálvvirkandi endurnýggjan letur skipanina endurnýggja títt økisnavn, tá tað nærkast útgongu. Skipanin trekkir tá sjálv peningin av gjaldsháttinum, ið er knýttur at økisnavninum.
- Far inn á økisnavnið
- Tryggja at tú hevur ein virknan gjaldshátt
Tú skalt hava ein virknan gjaldshátt tengdan at tínum økisnavni fyri at kunna tendra sjálvvirkandi endurnýggjan. - Tendra sjálvvirkandi endurnýggjan
Undir yvirlitinum fyri títt økisnavn, finnur tú valmøguleikan “Sjálvvirkandi endurnýggjan”.
Trýst á knøttin “Tendra sjálvvirkandi endurnýggjan”. - Góðkenn treytir
Tú fært nú eitt vindeyga framm, har tú skalt góðkenna treytirnar fyri sjálvvirkandi endurnýggjan.
Les treytirnar og trýst á “Eg havi lisið og góðtikið keypstreytirnar”.
Trýst síðani á “Tendra sjálvvirkandi endurnýggjan”.
Tú hevur nú tendrað fyri sjálvvirkandi endurnýggjan av tínum økisnavni. Skipanin tekur sær nú sjálv av at endurnýggja økisnavni tá tað nærkast útgongu.
Nær verður trekt av einum gjaldshátti?
Gjaldsdagur fyri eitt økisnavn er ein mánað árðenn endurnýggjanardagin.
Toymir og brúkarar
Hvussu deili eg umsitingina av einum økisnavni við ein annan persón?
- Far inn á økisnavnið
- Vel “Brúkarar” frá valmyndini
- Vel “Send innbjóðing at umsita økisnavnið” knøttin.
Skriva teldupostadressuna hjá persóninum, sum tú ynskir at bjóða at umsita økisnavnið saman við tær. - Vel “Send innbjóðing”
- Endaligt
Eftir at tú hevur sent innbjóðingina, fer persónurin at móttaka ein teldupost við einum leinki til at vátta sína atgongd til umsitingina av økisnavninum. Tá persónurin hevur váttað, fær viðkomandi atgongd til at umsita økisnavnið saman við tær. Persónurin sleppur at umsita økisnavni, men sleppur ikki at stovna, strika ella flyta økisnavni.
Hvat er eitt toymi?
Eitt toymi er ein samlaður bólkur av brúkarum, sum kunnu umsita eitt ella fleiri økisnøvn saman. Toymislimir sleppa at umsita DNS skrásetingar, meðan toymiseigarar kunnu stovna, strika og flyta økisnøvn, umframt at umsita gjaldshættir.
Við at stovna eitt toymi, ber til at deila ábyrgd og rættindi millum fleiri brúkarar.
Hvussu leggi eg persónar í eitt toymi?
- Vel rætta toymið ovast í høgra horni á síðuni.
- Legg persónar í toymið
Undir “Brúkarar”, vel knøttin “Send innbjóðing til toymið”.
Skriva teldupostadressuna hjá persóninum, sum tú ynskir at leggja í toymið.
Vel leiklut, antin Limur ella Toymiseigari.
Trýst á “Send innbjóðing” - Endaligt
Eftir at tú hevur sent innbjóðingina, móttekur persónurin ein teldupost við einum leinki til at vátta sín limaskap í toyminum. Tá persónurin hevur váttað, verður hann skrásettur sum limur í toyminum og fær atgongd til tey økisnøvn sum eru í toyminum.
Um okkum
Kundatænasta
Vegleiðingar