Reglugerðir og viðtøkur
Niðanfyri eru politikkar, viðskiftatreytir og onnur kunning, sum er galdandi fyri vørur á hesi heimasíðu. Hevur tú spurningar? Vinarliga set teg í samband við okkum.
Reglugerð fyri endurnýggjan av økisnavni
Økisnavn kann ikki garantera, at eitt økisnavn verður endurnýggjað. Ábyrgdin fyri at goldið er fyri endurnýggjanina, áðrenn gjaldsfreistin er farin, er tykkara.
Áðrenn útgongu
Økisnavn fer at senda skrásetara ein áminningar teldupost hesar tíðir:
- 30 dagar áðrenn økisnavnið gongur út
- 7 dagar áðrenn økisnavnið gongur út
- 1 dagar áðrenn økisnavnið gongur út
- 5 dagar eftir at økisnavnið er gingið út
Títt økisnavn kann ikki flytast til aðra økisnavnaumsiting, um flytingin verður umbiðin styttri enn 7 dagar undan, at økisnavnið gongur út.
Eftir útgongudagfesting
Hevur tú ikki goldið fyri at endurnýggja økisnavnið, tekur Økisnavn hesi stig:
- Dagin eftir, at økisnavnið gongur út, seta vit økisnavnið í bíðistøðu og heimasíðan gerst óvirkin.
- 44 dagar eftir at økisnavnið er útgingið, verður tað sett á “Pending Delete” støðu og fer í eina bíðitíð.
.FO – kr300 - Eftir millum 74 og 77 dagar eftir, at økisnavnið er útgingið, verður tað strikað og sæst ikki longur á tíni kontu. Økisnavnið verður leysgivið alment, og verður tøkt hjá øðrum at skráseta.
Um okkum
ICANN (Internet Corporation for Assigned Names and Numbers) hevur knýtt ccTLD .fo til Føroyar. Landsstýrið hevur valt eitt ráð at vera ccTLD (Country Code Top Level Domain) Umsitari.
Kundatænasta
Økisnavn.fo leggur dent á at veita kundum okkara fyrsta floks tænastu. Tørvar tær hjálp, ella hevur tú spurningar um okkara vøru, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Vegleiðingar
Tað kann vera nógv at seta seg inn í, tá man bæði keypir og umsitur eitt ella fleiri økisnøvn. Her hava vit samlað nakrar vegleiðingar, sum gera tað lættari hjá tær at umsita tíni økisnøvn.