Keypstreytir fyri økisnavn.fo
Nýtslutreytir fyri tillutan, umsiting og striking av økisnøvnum á landøkinum .fo á alnótini
Hesar nýtslutreytir eru galdandi fyri skráseting og útvegan av økisnavnatænastum frá
økisnavn.fo, Tórshavn,V-tal: 540528, og tess skrásetta bústaði:
Tinghúsvegur 59, FO-110 Tórshavn, Føroyar.
1. Nýtslurættur til .fo økisnavn
Fyri at fáa nýtslurætt til eitt økisnavn krevst, at ein brúkari verður stovnaður talgilt á
www.økisnavn.fo. Brúkarin skal m.a. upplýsa navn, t-post og upplýsingar um gjaldskort, sum
skal rinda fyri nýtslurættin. Sambært FO-ráðnum er tað kortánarin, sum er at skilja sum
brúkarin.
Tá ið goldið er fyri nýtslurættin til eitt økisnavn, er keypið endaligt. FO-ráðið hevur ikki skyldu
at kanna um økisnavnið ger seg inn á rættindi hjá 3. manni til navna- ella vørumerki.
Nýtslurætturin til .fo økisnavnið varir so leingi, sum goldið verður fyri henda rættin. Sí §6: Gjøld
2. Almennar ásetingar um økisnøvn
Í økisnavninum kunnu vera stavir úr føroyska og enska stavraðnum, talstavir og bindistrikur (-
), tó kann bindistrika ikki standa fremst ella aftast. Eitt økisnavn kann vera talstavir burturav.
Eitt økisnavn skal í mesta lagi hava 63 stavir (umframt fo).
3. Ábyrgd
Tá ið brúkari hevur fingið nýtslurætt til eitt økisnavn eftir hesi reglugerð, merkir tað ikki
sjálvvirkandi, at brúkarin av somu orsøk hevur rætt til navnið í øðrum samanhangi. Kærur frá 3. manni móti brúk av økisnavni skal altíð vendast til tann, sum hevur fingið og rindar fyri
nýtslurættin til eitt økisnavn (brúkarin).
FO-ráðið ábyrgdast ikki fyri nýtsluna hjá brúkaranum av økisnavninum ella fyri innihaldið á eini
møguligari heimasíðu.
Tað er brúkarin, sum hevur ábyrgdina av at tryggja sær, at skráseting av økisnavni ikki er í
stríð við føroyska lóggávu og rættin hjá triðja manni.
Nýtslurætturin til eitt økisnavn er frítt umsetiligur. Einhvør søla ella onnur avhending skal tó
skrásetast á www.økisnavn.fo, serliga við atliti til, hvør rindar fyri økisnavnið.
Tað er ábyrgd brúkarans at tryggja, at upplýsingarnar í skipanini eru rættar og dagførdar.
4. Uppsøgn av økisnavni
Brúkarin kann uppsiga eitt økisnavn við at senda ein t-post til økisnavn@økisnavn.fo
Brúkarin hevur ikki rætt til endurgjald fyri tíðina, ið eftir er av gjaldstíðarskeiðnum.
Tá ið uppsøgnin er farin ígjøgnum skipanina, verður viðkomandi økisnavn tikið úr skrásetingini
og er leyst øðrum at skráseta.
Økisnøvn kunnu ikki leggjast av.
5. Ávaring og striking
Ávaring verður send brúkara umvegis teldupost, um gjald fyri .fo ikki er goldið rættstundis.
Brúkarin hevur 40 dagar at fáa gjaldsviðurskiftini í rættlag, áðrenn økisnavnið verður tøkniliga
strikað.
Letur brúkarin ikki við seg koma eftir at ávaring er send, verður økisnavnið strikað og brúkarin
missir rættin til økisnavnið.
FO-ráðið kann bert strika økisnavn um rættaravgerð fyriliggur og í einum slíkum føri kann
økisnavnið verða strikað uttan ávaring.
6. Gjøld
Økisnøvn verða goldin, tá ið skrásett verður, og gjaldið kann í minsta lagi vera fyri 1 ár.
Kostnaðurin er í løtuni kr. 280,- u/mvg, ella kr. 350,- v/mvg um árið. Brúkarin kann gera
sjálvvirkandi gjaldsavtalu í skipanini.
FO-ráðið tilskilar sær broyta ársgjaldið og verður hetta lýst á heimasíðuni www.økisnavn.fo
Tíðarskeiðið, sum økisnavnaskrásetingin upprunaliga fevnir um, er eitt heilt árstal millum eitt
og tíggju ár. Eftir tað, kann skrásetingin endurnýggjast fyri eitt ella fleiri ár, um tú rindar áløgdu
upphæddina fyri endurnýggingina innan eina hóskandi dagfesting.
7. Treytir fyri hald
Gjald
Tekna kundar eitt hald verða gjøldini trekt av tilmeldaða gjaldskortinum árliga á sama degi, sum haldið varð teknað.
Vit goyma gjaldskortsupplýsingarnar fyri at lætta um komandi transaktiónir.
Tekna hald
Kundar teknar hald til sjálvvirkandi endurnýggjan við at rita inn á økisnavn.fo
Strika hald
Kundar strika sítt hald við at rita inn á økisnavn.fo
Fráboðanartíð
Kundar fáa eina fráboðan við telduposti 10 dagar áðrenn eina komandi transaktión
Kvittan fyri gjald
Kundar fáa eina kvittan fyri teirra gjald við telduposti.
8. Nýtslutreytir
Í sambandi við stovnan av talgildum brúkara á www.økisnavn.fo skal brúkarin eisini vátta at
hava lisið og góðtikið hesar nýtslutreytir.
Endurskoðað seinast 28-06-2022