Privatlívspolitikkur


Dátuábyrgd

Fyri at kunna umsita .fo økisnøvn, er neyðugt hjá økisnavn.fo at handfara persónsupplýsingar. Hesin
persónsdátupolitikkur greiðir frá, hvussu vit handfara tínar upplýsingar.
Økisnavn.fo hevur dátuábyrgd og samband fæst her:

Økisnavn
Tinghúsvegur 59
110 Tórshavn
Tlf.: +298 898900
T-post: okisnavn@okisnavn.fo
Heimasíða: økisnavn.fo


Innsavning og endamál

Innsavningin og viðgerðin av persónligu upplýsingunum er neyðug fyri at kunna veita tænastur til
kundarnar hjá økisnavn.fo, so sum at gera skráir; at halda samband; at veita tænastu, support og
kunna senda rokningar v.m.


Harumframt hevur økisnavn.fo sambært lóg ábyrgd av at innsavna upplýsingar, ið eru neyðugar til
whois-dátugrunnin. Vit innsavna ongar upplýsingar, uttan tær, ið eru neyðugar fyri at kunna halda
okkara skyldur sum umsitari av .fo økisnøvnum.


Økisnavn.fo innsavnar einans persónsupplýsingar um skrásetara, møguligar fulltrúar, gjaldarar og um
umsitarar. Persónsupplýsingarnar, sum vit innsavna, eru fyrst og fremst kontakt-upplýsingar og aðrar
upplýsingar í sambandi við skráseting av økisnavni, nevniliga:

Søkir tú um eitt økisnavn hjá einum umsitara, gert tú samstundis avtalu við økisnavn.fo. Í tí sambandi
verða upplýsingar sendar frá umsitaranum til økisnavn.fo, fyri at økisnavn.fo skal kunna fremja
skrásetingina í whois-dátugrunninum og seta seg í samband við teg.

Økisnavn.fo kann eisini av sínum eintingum savna og viðgera dagførdar persónsupplýsingar í
sambandi við, at kontaktupplýsingar verða regluliga kannaðar. Hetta verður gjørt, fyri at
persónsupplýsingarnar, ið vit viðgera um teg, skulu vera rættvísandi.

Tað er krav, at persónupplýsingar til hvørja tíð skulu vera rættar. Tí er eisini umráðandi, at tú javnan
dagførir tínar persónsupplýsingar í okkara skipan. Um økisnavn.fo sær, at feilur er í skrásetanini,
heitir økisnavn.fo á skrásetara, stovn ella fyritøku um at dagføra og eventuelt broyta upplýsingarnar.


Eftirlit við kontaktupplýsingum og samleika hjá skrásetarum

Miðað verður eftir at viðgera persónsupplýsingar skilagott og gjøgnumskygt.

Samstundis sum tínar upplýsingar verða innsavnaðar, verður tú kunnað/-ur um, hvørjar hesar eru og
hvat tær verða nýttar til.


Upplýsingartrygd

Hjá økisnavn.fo hevur trygd fremstu raðfesting. Vit leggja stóran dent á at verja okkara dátur, skipanir
og tænastur.

Vit verja okkara upplýsingar og skipanir ímóti avdúking og aðrari óhemilaðari nýtslu. Vit tryggja, at
tínar persónsupplýsingar ikki verða oyðilagdar av óvart, verða burturmistar, broyttar,
almannakunngjørdar uttan heimild, umframt ímóti, at óviðkomandi skulu fáa atgongd til tær.

Upplýsingar um navn og teldupost verða í fyrsta lagi latnar økisnavn.fo og síðani verða tær sendar
víðari til CentralNic/Instra í Onglandi, Australia og Nýsælandi. Allar dáturnar hjá økisnavn.fo verða
eisini goymdar á ambætarum hjá Elektron í Føroyum.


Broyting í endamáli

Skuldi so borið á, at okkum tørvar at nýta tínar upplýsingar á ein hátt, sum ikki samsvarar við tað, ið
okkara trygdarpolitikkur segði, tá ið dátunar vórðu innsavnaðar, er okkum álagt at biðja teg um
samtykki. Tú kanst velja at nokta fyri at geva okkum privatar upplýsingar, men so merkir tað eisini, at
vit ikki kunnu veita tær tænastur, har okkum tørvar tínar upplýsingar fyri at uppfylla okkara skyldur
ímóti tær.


Nýtsla av upplýsingum

Vit tilskila okkum heimild at deila persónligar upplýsingar við aðrar stovnar, sum veita tænastur
okkara vegna. Kravt verður, at allir triðjapartar virða og tryggja tínar persónligu upplýsingar,
samsvarandi hesum trygdarpolitikki. Vit loyva ikki triðjaparti at nýta tínar persónligu upplýsingar til
teirra egnu nýtslu, men einans til ávís endamál, sum eru tilskilaði frammanundan í hesum
privatlívspolitikki, og samsvarandi okkara vegleiðingum.

Sum skrásetarar, verður kravt av okkum, at vit brúka títt fulla navn, bústað, telefonnummur og t-post
til tær skrásetingarnar sum skulu til, tá ið tú skrásetur fyrstu ferð, endurnýggjar ella flytur økisnavn.
Hetta krevst fyri, at skrásetingin verður framd og fyri at tryggja at allar upptøkur eru rættar og
dagførdar.

Vit mæla altíð til, at viðskiftafólk okkara lesa trygdarpolitikkin hjá skrásetaranum og
økisnavnaumsitaranum, sum tit skráseta økisnøvn tykkara undir. Vit hava onga ávirkan á
trygdarpolitikkin hjá øðrum.

Umframt omanfyristandandi kunnu vit brúka ella geva víðari upplýsingar um teg:

I. Um tú/tit hava givið samtykki til, at upplýsingarnar verða deildar við onnur.

II. Um vit hava orsøk til at halda, at upplýsingarnar kunnu vera við til at forða fyri eini
álvarsligari, ítøkiligari og bráðfeingis hóttan móti lívi og trygd hjá einum einstaklingi ella
almenninginum.

III. Um vit hava orsøk til at halda, at ólógligur atburður hevur verið, er í umbúna ella verður
fyrireikaður og at tað kann hava týdning, at viðkomandi myndugleikar fáa fatur á
upplýsingunum.

IV. Tínar persónligu upplýsingar kunnu latast til ’whois’ tænastur, um nýtslan er neyðug fyri at
kunna fremja lógligar tænastur fyri viðkomandi triðja part.

V. Fyri at tryggja ein ávísan kontinuitet, kann vera neyðugt at lata tínar upplýsingar til escrow
tænastuveitarar (bráðfeingis kontur, ið verða stovnaðar til bráðfeingis endamál), eins og til
tænastuveitarar, ið taka trygdaravrit av dátum.

VI. Vit kunnu avdúka tinar persónligu upplýsingar til lógarmyndugleikar ella til aðrar almennar
myndugleikar um vit við heimild í lóg verða kravd at lata upplýsingarnar. Vit kunnu eisini nýta
triðjaparts dátu-kanningartól til at vátta upplýsingarnar. Somuleiðis hava vit loyvi at lata
grannskoðarum upplýsingarnar, í sambandi við at skipanir okkara vera eftirhugdar.

Til kundatænastuendamál, kunnu vit veita triðjaparti tínar persónligu upplýsingar.

Dátuviðgerðaravtala

Um vit gera avtalur við aðrar veitarar, sum skulu handfara persónsupplýsingar okkara vegna, gera vit
altíð eina dátuviðgerðaravtalu, sum tryggjar okkum, at dátuviðgerðin eisini syrgir fyri upplýsingartrygd
á høgum støði.

økisnavn.fo letur ikki triðjaparti persónsupplýsningar við atliti til marknaðarføring ella til annað
endamál.


Strika persónsupplýsingar

Tá tínar persónsupplýsingar ikki longur eru neyðugar til tað endamál, sum tær vóru innsavnaðar,
viðgjørdar og goymdar til, verða tær strikaðar.

Hóast tú t.d. uppsigur nýtslurættin til eitt økisnavn, skalt tú minnast til, at vit framvegis goyma ymsar
upplýsingar. Tað snýr seg um upplýsingar, sum kunnu vera neyðugar fyri at staðfesta umráðandi
viðurskifti í sáttmálatíðarskeiðinum av týdningi fyri teg ella økisnavn.fo.

Tað kunnu eitt nú vera upplýsingar av týdningi fyri at kunna staðfesta møguligt rættarkrav, sum kann
standast av sáttmálaviðurskiftum millum ein skrásetara og økisnavn.fo. Vit endurskoða javnan tørv
okkara fyri at varðveita upplýsingar, so vit ikki goyma fleiri upplýsingar enn neyðugt er.

Whois upplýsningar

Almenna WHOIS tænastan er ein standard partur av økisnavnaskipanum kring allan heim. Endamálið
við WHOIS tænastuni er at loyva brúkarum at spyrja um eitt økisnavn, fyri at fáa at vita hvør eigur
tað. WHOIS tænastan verður handfarin av einum net-grundaðum tóli og portri 43.

WHOIS tænastan hjá økisnavn.fo vísir ongar persónligar upplýsingar, men vísir upplýsingar um DNS,
skrásetingar- og útgongudag og seinastu dagføring av upplýsingunum (kend sum WHOIS data). Til
ber at seta seg í samband við skrásetaran, umvegis WHOIS tænastuna, við einum net-frymli, sum
samsvarandi trygdarpolitikkinum ikki avdúkar tínar persónligu upplýsingar.

Dátur um hvørja einstaka økisnavnaskráseting verða savnaðar av økisnavn.fo í samsvari við
reglugerðir hjá økisnavn.fo.


Dagføring av persónligum upplýsingum

Vit leggja okkum eftir, at upplýsingar eru dagførdar og hóskandi fyri okkara kundar og
heimasíðubrúkarar. Fyri at kunna liva upp til hetta, er av týdningi, at tær upplýsingar, vit hava, altíð
eru dagførdar. Um tú vilt hava atgongd til, ella vilt dagføra tínar upplýsingar, heita vit á teg um at rita
teg inn á tín brúkara á www.økisnavn.fo ella at senda okkum ein teldupost til okisnavn@okisnavn.fo.
Vit kunnu eisini sjálvi seta okkum í samband við teg/tykkum fyri at spyrja um upplýsingarnar
framvegis eru rættar.

Skeivar upplýsingar verða rættaðar so títt og knapt vit fáa fráboðan frá tær/tykkum.


Rættindi og atgongd til upplýsingar


Allar tær upplýsingar, sum vit hava savnað, síggjast á brúkarakontu tíni og tú hevur altíð atgongd til
hesar upplýsingar, um tú innritar teg ígjøgnum heimasíðuna økisnavn.fo.

Sambært lógini um persónsupplýsingar hevur tú millum annað fylgjandi rættindi:

Tá talan er um eina ip-adressu, sær økisnavn.fo við atliti at trygdini í skipanini bert hvat land talan er
um.

Ynskir tú at nýta tíni rættindi, sum tilskilað omanfyri, heita vit á teg um at seta teg í samband við
okkum á okisnavn@okisnavn.fo


Meiri kunning


Vit seta okkum í samband við teg, um tørvur er á tí fyri at tryggja okkum, at vit hava fatur á rætta
persóni og fyri at tryggja tær rættindi til tínar persónligu upplýsingar ella fyri at tryggja tær tíni rættindi
annars. Hetta verður gjørt fyri at tryggja okkum, at eingin óviðkomandi fær atgongd til tínar
upplýsingar. Vit kunnu eisini seta okkum í samband við teg, um tað er neyðugt fyri at skunda undir
eina viðgerð.


Svartíð

Vit stremba eftir at svara øllum fyrispurningum innan ein mánaða. Av og á kann tað taka okkum longri
tíð, herundir um fyrispurningurin er serliga torførur at svara, ella um fleiri fyrispurningar eru í sama
tíðarskeiði. Í øllum førum er okkara skylda at kunna teg um broytingar í svartíðini.


Frával

Hevur tú aktivt valt tað, kunnu vit senda tær kunning um okkara tænastur. Fyri at velja hesa kunning
ella aðra marknaðarføring frá, ber til antin at trýsta á ’melda frá’ knøttin niðast í t-postinum, ella við at
fara inn á økisnavn.fo/account/update fyri at strika teg frá kunning í framtíðini.


Samband og klagur


Tørvar tær meiri upplýsingar um okkara privatlívspolitikk, ella um tú ynskir at klaga um hvussu vit
hava handfarið tínar persónligu upplýsingar, heita vit á teg um at seta teg í samband við okkum
á okisnavn@okisnavn.fo.

Snýr tað seg um hvussu vit hava handfarið persónligar upplýsingar, seta vit okkum í samband við teg
alt fyri eitt, og samstarva fyri at loysa trupulleikan.

Tú kanst eisini klaga til Dátueftirlitið, um tú er ónøgd/ur við okkara handfaring av tínum persónligu
upplýsingum. Dátueftirlitið hevur heimasíðuna www.dat.fo.

Fleiri upplýsingar um General Data Protection Regulations in the European Union, sum hesar
leiðreglur eru grundaðar á, eru at finna á GDPR kunningarportalinum: https://www.eugdpr.org/