
Talgilda haldførið er styrkt
Tórshavn, 26. oktober 2026
Føroyska alnetið er vorðið munandi sterkari og tryggari, nú nýggjur DNS-I-root ambætari er settur upp. Hetta er annar root ambætari, ið er settur upp í Føroyum.
Root ambætarar eru grundarlagið undir øllum alnetinum og við tveimum sjálvstøðugum ambætarum í Føroyum, kunnu DNS-uppsløg gerast skjótari, støðugari og meira álítandi, serliga í støðum við nógvari ferðslu. Eisini er hetta ein eyka trygd, um trupulleikar stinga seg upp á alnetinum uttan fyri Føroyar.
Tað er Økisnavn, sum saman við NET og svensku fyritøkuni Netnod, ið hava tikið stig til at seta ambætaran upp. Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavn, fegnast um framstigið, ið styrkir talgilda haldførið, og tryggjar, at vit hava beinleiðis atgongd til rót tænastur frá tveimum altjóða veitarum.
Frammanundan hava Føroyar ein K-root ambætara. Við nýggju I-root tænastuni frá Netnod fáa Føroyar skipanarligt fjølbroytni við rót-tænastum frá tveimum sjálvstøðugum altjóða veitarum. Somuleiðis tøkniligt fjølbroytni, tí tvær ymiskar skipanir minka um vandan fyri feilum, álopum ella óvirkni, tí ferðslan sjálvvirkandi flytir seg, um ein ambætari er óvirkin.
Netnod er ein av bert 12 felagskapum í heiminum, ið hava loyvi at reka DNS-róttænastur.
Uppsetanin av einum root ambætara afturat í Føroyum, er liður í einum longri arbeiði um at styrkja um talgilda undirstøðukervi í Føroyum.
Hóast navnaøkið .fo við nærum 10.000 skrásettum .fo økisnøvnum er lutfalsliga lítið í altjóða høpi, er virksemi stórt. Tað eru umleið 15 milliónir fyrispurningar á .fo zonuni dagliga.
Netnod veitir eisini DNS anycast tænastu fyri føroyska landaøkið .fo. Tá sami veitari tekur sær av bæði DNS-rótini og .fo landaøkinum fáa føroyskir brúkarar skjótari og meira álítandi DNS svar og samstundis sum DNS ferðslan verður verðandi í Føroyum. Harumframt kunnu kritiskar samskiftistænastur virka, hóast altjóða alnetið er undir trýsti ella um sambandi við umheimin er óstøðugt.


