Føroysk økisnøvn hava endiliga fingið føroyska heimasíðuskipan
Endiliga er heimasíðan til umsitingin av føroyskum økisnøvnum komin heim. Økisnavn.fo liggur nú á eini føroyskari heimasíðuloysn. Hetta økir um trygdina fyri .fo økisnøvn.
Síðan hevur fingið eina tiltrongda sniðdagføring. Harumframt liggja nú flest allir broytingarmøguleikar hjá brúkaranum. Hetta ger tað lættari at umsita síni økisnøvn, gera broytingar, samstarva við onnur og mangt annað. Næsta stigið verður, at brúkarar skulu rita inn við Samleikanum, og tá verður trygdin økt.
Í vár bleiv Økisnavn ISO 27001 sertifiserað. ISO 27001:2022 er ein tann mest viðurkendi altjóða standardurin innan leiðslu og stýring av KT-trygd.
“Okkara høvuðsuppgáva er at tryggja og menna føroysku økisnøvnini, sum í løtuni eru umleið 8.500 í tali. At tryggja føroyska partin av internetinum er ein týdningarmikil og ábyrgdarfull uppgáva, sum vit taka í størsta álvara” greiðir Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavn.fo frá.
Føroyska økisnavnaumsitingin 20 ár
Í heyst eru 20 ár síðani vit fingu umsitingina av .fo heim til Føroya. Tað var í november 2004 at umsóknin um at stovna eitt .FO ráð varð játtað. Síðan tá hevur føroyska umsitingin verið avgreidd av føroyingum á føroyskum máli.
Umsitingin av føroyskum økisnøvnum hevur ment seg nógv hesi 20 árini, og nú koyrir umsitingin endiliga á einari føroyskari heimasíðuloysn, ið Lunnar hava ment. Sjálvur dátugrunnurin liggur tó eins og higartil hjá Centralnic, ið er ein altjóða fyritøka sum umsitur fleiri milliónir Top Level Domains.
Føroyska skipanin er ment til okkara tørv, og gevur hetta umsitingini eitt størri frælsi og ger tað lættari at veita føroysku økisnavnaskrásetarum eina góða tænastu.
Vegna stóru krøvini innan trygd og strongu lógarásetingarnar, valdi FO ráðið á heysti 2023 at seta Guðruna Poulen í starv sum stjóra fyri økisnavn.fo. Økisnavn er sjálvsognarstovnur, ið liggur undir Vinnumálaráðnum.
Skjótt verður latið upp fyri Whois
Ein av stóru broytingunum er, at nú verður endiliga latið upp fyri leitifunkuni whois aftur.
Høvuðsendamálið hjá Økisnavn.fo er, at tryggja og umsita føroyska partin av internetinum. Fyri at tryggja betri gjøgnumskygni, verða upplýsingarnir um tey einstøku økisnøvnini almannakunngjørdir í næstum.
“Hetta er ein umfatandi uppgáva, tí nógv av teimum heilt gomlu økisnøvnunum eru ikki skrásett við teimum røttu upplýsingunum. Tí liggur eitt stórt uppruddingararbeiði fyri framman,” sigur Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavn.
Áðrenn upplýsingarnir á whois verða almannakunngjørdir, hava øll møguleika at rita seg inn á nýggju skipanina og rætta í upplýsingunum um sítt økisnavn.