Stovna fyritøku? Minst til økisnavnið

Mong stovna sær fyritøku uttan at kanna, um økisnavnið er tøkt. Tá fyritøkan er stovnað og pappírini eru klár, kann tað tískil henda seg, at økisnavnið er tikið. Tí er tað av stórum týdningi fyrst at kanna, um økisnavnið sum tú ætlar tær, er tøkt.

Fyri at stovna eitt økisnavn, er neyðugt við einum brúkara á økisnavn.fo. Tá tú hevur stovnað tær ein ókeypis brúkara, kanst tú keypa tær eitt økisnavn.