
Økisnavn limur í evropeiskum trygdarsamstarvi
03.09.2025
Í áhaldandi arbeiðinum fyri trygd á netinum er Økisnavn nú vorðið partur av European TLD ISAC, eitt samstarv av 20 landanøvnum, so nevndum Top Level Domains, í Evropa.
– Í einum heimi, har netálop støðugt gerast snildari, er tað alneyðugt at trygdin eisini verður ment, og hetta verður best gjørt í samstarvi við onnur við somu avbjóðingum, sigur Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavni.
TLD ISAC er eitt álítandi netverk, har vitan og royndir verða deildar, við atliti at betra trygdina og mótstøðuføri móti hóttanum.
Les meira um TLD ISAC her: https://www.tld-isac.eu/
Les meira um Økisnavn her: https://www.økisnavn.fo

