Loading...  Vinarliga bíða...

Reglur fyri striking og sjálvvirkandi endurnýggjan

Økisnavn kann ikki garantera, at eitt økisnavn verður endurnýggjað. Ábyrgdin fyri at goldið er fyri endurnýggjanina, áðrenn gjaldsfreistin er farin, er tykkara.

Áðrenn útgongu

Økisnavn fer at áminna skrásetara og kontuánara t-postar hesar tíðir:

  • 60 dagar áðrenn økisnavnið gongur út
  • 30 dagar áðrenn økisnavnið gongur út
  • 7 dagar áðrenn økisnavnið gongur út
  • 1 dagar áðrenn økisnavnið gongur út
  • -5 dagar áðrenn økisnavnið gongur út

Títt økisnavn kann ikki flytast til aðra økisnavnaumsiting, um flytingin verður umbiðin styttri enn 7 dagar undan, at økisnavnið gongur út.

Eftir útgongudagfesting

Hevur tú ikki goldið fyri at endurnýggja økisnavnið, tekur Økisnavn hesi stig:

  • Dagin eftir, at økisnavnið gongur út, seta vit økisnavnið í bíðistøðu og heimasíðan gerst óvirkin.
  • 44 dagar eftir at økisnavnið er útgingið, verður tað sett á "Pending Delete" støðu og fer í eina bíðitíð.
    .FO - kr300
  • Eftir millum 74 og 77 dagar eftir, at økisnavnið er útgingið, verður tað strikað og sæst ikki longur á tíni kontu. Økisnavnið verður leysgivið alment, og verður tøkt hjá øðrum at skráseta.